Vil hava grønari linju

Størri smoltið er, tá tað verður sett á sjógv, betri er møguleikin fyri trivnaðinum hjá fiskinum. Tað er ein av orsøkunum til, at alifyritøkan Hiddenfjord fer at byggja smoltstøðina á Fútakletti munandi út. Soleiðis fæst eisini reinari umhvørvi í somu umbering, vísir stjórin á   Teir eru farnir undir at grava út fyri eini stórari útbygging á Fútakletti. Einir 3.000 fermetrar afturat skulu leggjast undir tak. Væntandi skal hetta í seinna enda geva betri úrtøku. Men ávegis skal hetta eisini bøta um trivnaðin hjá fiskinum, sigur Atli Gregersen, stjóri á Hiddenfjord.   Lúsin er størsta plágan hjá alingini, metir hann. Nógv verður gjørt fyri at sleppa undan henni. Og ymsar eru hugsaninar um, hvussu tað skal gerast.   -Vit ætla við hesi útbyggingini at koma eitt stig nærri eini loysn, har færri kemisk evni verða brúkt til at basa lúsini. Tað verða í dag nýtt so nógv avlúsingarevni, at tað saktans bara er ein spurningur um tíð, til lúsin er mótstøðufør móti øllum teimum ymsu evnunum, sum kend eru. Vit mugu alla tíðina hugsa um aðrar hættir at basa lúsini, og ein hátt meta vit vera at hava fiskin longri á landi, áðrenn sett verður út.   Styttri tíð í ringum á sjónum hevur fleiri fyrimunir við sær, vísir Atli Gregersen á. Á aliráðstevnuni, sum var í februar, varð víst til ein einstakan ring á Sørvágsfirði, har fiskurin hevði gingið lutfalsliga stutt í sjónum. Tølini, sum tá vórðu kunngjørd, talaðu sítt greiða mál, sigur hann. Nú verður farið eitt stig víðari, og smoltstøðin verður víðkað munandi.   -Við at seta størri fisk út, rokna vit við at stytta tíðina í sjónum við einum fýra til fimm mánaðum. Endamálið er sjálvandi at fáa betri "business” burturúr. Men tað kemur sanniliga eisini bæði vælferðini hjá fiskinum og umhvørvinum til góðar, staðfestir Atli Gregersen.