Vøkstur og trivnaður hjá rognkelsum í vísindagrein

GRANSKING: Eins og flestu aðrar verur í náttúruni kappast eisini rognkelsir um at tryggja sær bestu plássini í tí umhvørvi, har tey liva. Tríggir føroyskir granskarar hava júst fingið útgivið grein í altjóða vísindatíðarriti um atferðina hjá rognkelsum, og hvussu atgongd til skjól og mátin at fóðra ávirkar vøkstur og trivnað hjá rognkelsum. Kanningarnar hjá føroysku granskarunum vísa, at um skjól eru tøk til rognkelsi at hvíla seg í, so tekur seg upp ein kappingarstøða um tryggja sær besta plássið. Henda kappingarstøða hevur tó onga ávirkan á trivnaðin hjá rognkelsum, um syrgt verður fyri at fóðra vítt og breitt, so øll fáa etið í senn. Um fóður verður givið í einum staði og í smáum nøgdum ígjøgnum allan dagin, so verður kappingarstøðan millum rognkelsini herd. Hetta orsakað av, at summi rognkelsi fáa í minna lagi at eta, ella mugu arbeiða harðari fyri føðina. Úrslitið verður, at trivnaðurin gerst verri hjá teimum rognkelsum, sum fáa ov lítla føði. Ein niðurstøða í kanningini er, at skjólini hava neiliga ávirkan á trivnaðin hjá rognkelsum, um ikki fóðringin verður skipað á slíkan hátt, at øll sleppa at eta í senn. Somuleiðis er tað soleiðis, at trivnaðurin sum heild gerst betri, um fóðrað verður nógv í senn, ístaðin fyri at spjaða fóðringina yvir allan dagin. Teir tríggir granskararnir, sum hava gjørt kanningina og skrivað greinina í vísindatíðarritinum, PeerJ, eru Ása Johannesen, Fiskaaling, Nakita E. Joensen, Luna, og Eyðfinn Magnussen, Fróðskaparsetur Føroya. Vísindagreinin kann lesast á hesi leinkju: https://peerj.com/articles/ 4837/ Um nakar ynskir at vita meira um hetta evnið, kann viðkomandi seta seg í samband við Ásu Johannesen, granskara á Fiskaaling, tlf. 774764, teldupost: asajoh@fiskaaling.fo.